Bústaðarmarknaður


Øki
 
Húsamekling Prísur:  675.000,00
 
Sethús í Oyndarfirði til sølu
Mál nr.: 389
Adressa: 690 Oyndarfjørður
Stødd á húsum: 93 m² x 2
Stødd á grundøki: 513 m²
Kjallari: Kamar, wc, kjallari
Miðhædd: Køkur, stova, 2 kømur, wc/bað
Loft: Ovasta loft
Byggiár: 1976
Prísuppskot: Kr. 675.000,-
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Húsið stendur miðskeiðis í bygdini og er í góðum standi. Umhvørvið er barnavinarligt og útsýnið gott.
 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús á Strondum til sølu
Mál nr.: 386
Adressa: Við Sjógv, 490 Strendur
Stødd á húsum: 60 m² + kjallara og loft
Stødd á grundøki: Uml. 1.000 m²
Kjallari: Opin kjallari (uml. 60% stoypt gólv)
Miðhædd: Køkur, stova, spísikamar, kamar, wc/brúsa, gongd
Loft: 2 kømur
Byggiár: Uml. 1920
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sambært avtalu
Talan er um eini eldri hús, ið eru í góðum standi. Útsýnið er gott og umhvørvið barnavinarligt. Eisini er sera veðurgott.
Áhuga verða biðin um at ringja 319321 ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling. Her kunnu vit greiða nærri frá ognini, og avtala tíð at sýna húsini fram.



 

Sethúsasølan Prísur:  800.000,00
 
Sethús í Lamba til sølu
Sethús í Lamba
matr. nr. 30, Lamba Grundøki 374 m2.
Húsini eru í 2.hæddum, við forskotnum tilbygningi, íalt uml. 94 m2,garasjan 32 m2, Byggiár uml.1950. Stovuhæddin: gong, køkur, stova, wc/baðirúm. Loftshæddin: gong,hjúnarrúm og trý kømur. Tilbygningurin: Vaskirúm/oljufýr, kjallararúm, goymslurúm og hjallur. Húsini eru væl hildin og í góðum standi, tey flestu vindeyguni eru nýggj. Klædningur og tak,alminium nýskift,nýggjan ketil/oljufýr. Garsjan er bygd 1996, klødd eins og húsini við alminiums tekju og klædningi, í garasjuni er ein góður stórur hjallur. Húsini liggja frítt fyri, beint við nýtt frítíðarøki/spælipláss. Vakurt útsýni, bæði út á Lambavík og út á Skálafjørðin.
Lægsti prísur kr. 800.000,-


 

Sethúsasølan Prísur:  150.000,00
 
Grundøki í Sandavági til sølu
Grundøki í Sandavági
Matr. nr. 87h, Sóljuteigur 11, Sandavágur grundøkið íalt 646 m2.
Grundøkið liggur í nýggju útstykkingini hjá Sndavágs kommunu, til høgru frá høvuðsvegnum tá man kemur til bygdina.
Stykkið er klárt at byggja á, sprongt, útgrivið og planerað.
Minsta boð kr. 150.000,-!


 

Sethúsasølan Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Vaktarhúsbrekku 3, til sølu
Sethús í eysturbýnum til sølu
Matr.nr. 649o, Vaktarhúsbrekka 3., Tórshavn Grundøki 453 m2.
Húsini eru bygd 1955-60, eru tveimum hæddum. Kjallari og stovuhædd hvør 68 m2 Á stovuhæddini: Durur, Gong, køkur stova,hjúnarúm,kamar og wc/baðirúm. Kjallarin: 2 stór óinnrættaði rúm, 1 innrættað kamar og wc. Húsini eru í góðum standi, takið skift 1988, vindeyguni skift 1984 fyriuttan tvey í kjallarahæddini, baðirúmi gjørt av nýggjum í 1993.Ketil/fýr skift 1989. Klædningurin er úr alminium, stoypt grund. Gott útsýni yvir býðin, fjørðin og oman á havnarvág. Húsini liggja mitt í býnum, tætt við Eysturskúlan og dagstovn.
Verður selt, um nøktandi boð verður givið!



 

Sethúsasølan Prísur:  Hóskandi boð
 
Jarðarstykki í Dj. í Geilsgøtu/Tildugøtu til sølu
Stórt jarðarstykki til sølu! Djóni í Geil gøta /Tildugøta
Matr.nr. 704d, Djóni í Geilsgøta, Tórshavn Grundøki 1865 m2.
Stykkið liggur friðaligt millum tvær blindar gøtur, Djóni í Geil gøta/Tildugøta. Gott útsýni yvir býðin og út á fjørðin. Tætt við Eysturskúlan og beint yvirav dagstovninum ” Lítliskógur” Skjótt til gongu oman í miðbýðin.
Verður selt, um nøktandi boð verður givið!



 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús í Sørvági til sølu
Mál nr.: 381
Adressa: Í gerðinum, 380 Sørvágur
Stødd á húsum: Kjallari 138 m², miðhædd 150 m² + garaga 53 m²
Stødd á grundøki: 1162 m²
Kjallari (íbúð): Køkur/stova, hjúnarúm, kamar, klædnarúm, gongd, wc/bað, sjónvarpsstova v/trappu, fýrrúm
Miðhædd: Køkur, 2 stovur, hjúnarúm, 2 kømur, 2 gongir, 2 wc/brúsa, grovkøkur, hjallur
Loft: Ovasta loft
Byggiár: 1983
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Talan er um eini hús, ið eru í góðum standi. Tey hava stóra íbúð í kjallaranum og somuleiðis stóra terrassu og garagu. Tey standa frítt og væl fyri, og útsýnið er gott.

 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Ogn á Tvøroyri til sølu
Mál nr.: 387
Adressa: 800 Tvøroyri
Stødd á húsum: 72,6 m² x 2 + garagu og hjall
Stødd á grundøki: 461 m²
Kjallari: 3 kømur, wc/brúsa, vaskirúm, kjallari
Miðhædd: Køkur/stova, kamar, wc/bað, gongd, durur
Loft: Ovastaloft
Byggiár: 1950
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Húsið er eitt eldri sethús, sum er í góðum standi. Tað stendur frítt fyri í barnavinarligum og veðurgóðum umhvørvi. Parkeringsviðurskiftini eru góð. Trøðin er uml. 28.000 m², og grundøkini eru 3 í tali, alt í sama umráði. Verður selt samlað ella hvør sær. Ring og hoyr nærri!
 

Húsamekling Prísur:  1.500.000,00
 
Sethús í Guttormsgøtu í Hoyvík til sølu
Mál nr.: 390
Adressa: 188 Hoyvík
Stødd á húsum: 126 m²
Stødd á grundøki: 518 m²
Kjallari: Ongin kjallari
Miðhædd: Køkur, stova, gongd, grovkøkur, wc, hjúnarrúm, 2 kømur, wc/bað
Loft: Ovasta loft
Byggiár: 1999
Prísuppskot: 1.500.000,-
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Talan er um eini snotulig eittplanshús, sum eru í góðum standi. Tey eru útbygd við einum lítlum karnappi, og standa frítt fyri í barnavinarligum umhvørvi, tætt við barnagarð og spælipláss. Gott bussamband er til miðbýin.
Áhuga verða biðin um at ringja 319321 ella støkka inn á gólvið hjá Húsamekling. Her kunnu vit greiða nærri frá ognini, og avtala tíð at sýna húsini fram.



 

INNI Prísur:  1.200.000,00
 
Sethús í Billugøtu 6, Argir
Húsini eru í 2 hæddum, stovuhædd 73 fermetrar og loft umleið 40 fermetrar, alt innrættað. Grundøkið er 275 fermetrar. Í stovuhæddini eru inngongd, durur, gongd, køkur, spísistova og stova í einum, hjúnakamar, baðirúm og fýrrúm. Á loftinum eru 2 kømur, loftsrúm og altan. Stoyptur garður við girðing er uttanum húsini. Húsini standa í friðarligum, barnavinarligum og veðurgóðum umhvørvi, tætt við skúlan. Gott útsýni frá altan. Byggiár: 1958.
 

INNI Prísur:  2.000.000,00
 
Sethús Á Frælsinum 21, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar, alt innrættað. Grundøkið er 474 fermetrar. Í erva eru køkur, stova, 2 kømur, baðirúm, durur, gongd, altan, hjallur og trappugongd til hjallara. Í neðra er sjálvstøðug íbúð við køki, stovu, 3 kømrum, baðirúmi, gongd og duri, umframt vaski-/fýrrúm. Bilhús á 20 fermetrar frammanfyri húsini. Húsini standa væl fyri, tætt við skúla og hava gott bussamband. Byggiár: 1983.
 
  Síðsta boð:  1.800.000,00
 

INNI Prísur:  2.000.000,00
 
Nýggj og ørvísi sethús Undir Borgarhálsi 38, Velbastaður
Húsini eru í 1. hædd á 210 fermetrar. Grundøkið er 794 fermetrar. Í húsinum eru køkur og alrúm, stór stova, grovkøkur, hjúnarkamar við klæðnarúmi og við gosbað, baðirúm, 3 kømur, heimabio, høvuðsinngongd og 2 gangir. Húsini hava ventilatiónsskipan (genvex) og dustsúgviskipan (genvac). Gólvhiti í øllum húsinum. Einans 7 min. koyring frá Tórshavn. Alt er gjørt liðugt uttanum húsini, sum standa í barnavinarligum, friðarligum umhvørvi og hava gott og frítt útsýni. Byggiár: 2004.

Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
 

INNI Prísur:  975.000,00
 
Sethús Geilin 9, Innan Glyvur
Húsini eru í 2 hæddum, samlað vídd 247,5 fermetrar. Grundøkið er 630 fermetrar. í erva eru køkur, stova, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm, wc, gongd, durur, hjallur og altan. Í neðra eru kamar, durur, fýrrúm, vaskirúm og kjallararúm. Húsini standa í barnavinarligum, friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, hava gott bussamband og gott og frítt útsýni. Byggiár: 1987.
 

Húsamekling Prísur:  900.000,00
 
Sethús í Kollafirði til sølu
Mál nr.: 382
Adressa: Norðuri í Sundunum 57, 410 Kollafjørður
Stødd á húsum: Uml. 133 m² í tveimum hæddum
Stødd á grundøki: 666 m²
Kjallari: Kamar, wc (ikki liðugt), vaskirúm, allrúm, kjallararúm
Miðhædd: Køkur, stova, hjúnarúm, 2 kømur, wc/brúsa, gongd, durur
Loft: Ovasta loft
Byggiár: 1942 - høvuðsumvæld í 1973
Kostnaður: Kr. 900,000,-
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Húsið stendur frítt fyri í barnavinarligum umhvørvi, og útsýnið er frálíka gott. Talan er um eini eldri sethús, sum nógv er gjørt við bæði uttan og innan, og tey eru sostatt í góðum standi.

 

Húsamekling Prísur:  1.700.000,00
 
Sethús millum Gilja 28, Hoyvík til sølu
Mál nr.: 384
Adressa: Millum Gilja 28, 188 Hoyvík
Stødd á húsum: 128 m² x 2 + garagu 45 m²
Stødd á grundøki: 716 m²
Kjallari (íbúð): Køkur, stova, 1 kamar, wc/bað, fýrrúm
Miðhædd: Køkur, stova, hjúnarúm, 2 kømur, wc/bað, wc, gongd
Loft: Ovasta loft
Byggiár: 1987
Prísuppskot: Kr. 1.700.000,-
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Húsið stendur í friðarligum og barnavinarligum umhvørvið, og útsýnið er gott. Tað er í góðum standi og hevur eina snotiliga íbúð í kjallaranum. Parkeringsviðurskiftini eru góð.

 

Sethúsasølan Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús á Stykkinum til sølu
Sethús til sølu
Matr.nr. 237, Stykkið Grundøki 395 m2.
Húsini eru bygd í 40’inum, tríggjar hæddir við trimpul, umleið 50 m2 hvør hæddin.
Eru í góðum standi, høvuðsumvæld í 90` inum. Grundin er laga upp, timbur yvirtrom klødd við rotfríðum timbri. Sera hugnalig hús, hildin í gomlum stíli, sprossavindeygur, veggirnir innan úr natúrtræ, bjálkar og vakran brenniovn. Sjálvstøðug íbúð í kjallarinum.
Miðhæddin:gong, køkur,stova,spísistova, spískamar, trappa uppá loftið og niður í kjallarin.
Loftshæddin: gong, 2 stór kømur og wc/baðstova, trappa upp á hanabandsloftið,sum er innrættað til eitt rúm.
Kjallarin: gong, køkur/stova í einum, wc/brúsa, fýrrúm.
Húsini standa frítt fyri við sera vøkrum útsýni í allar ættir, stutt gongd til Leynasand, 20 minnuttur í bili til Havnina.
Verða seld, um nøktandi boð verður givið!

 

Húsamekling Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Vestmanna til sølu
Mál nr.: 380
Adressa: Bakkavegur 37, 350 Vestmanna
Stødd á húsum 1: 233 m² + hjall 7 m²
Stødd á húsum 2: 168 m²
Byggiár: 1934, 1939, 1972 - umbygd í 1990
Stødd á grundøki: 370 m²
Hús 1 (eystara):
Loft: 3 kømur, klædnarúm, wc/bað, gongd, altan
Miðhædd: Stór Stova, køkur, gongd, hjallur
Kjallari: Stórt høli (handils-/veitslu-), køkur, 2 wc/bað, wc, goymslurúm
Hús 2 (vestara):
Stovuhædd: 3 kømur, wc/bað, gongd, altan
Kjallari: Vaskirúm, fýrrúm, wc/bað
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu

 

Húsamekling Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Kollafirði til sølu
Mál nr.: 379
Adressa: Jóan Paulagøta 1, 410 Kollafjørður
Stødd á húsum: 104 m² x 2 + loft 78 m² (innrættað)
Stødd á grundøki: 557 m²
Kjallari: Stova/køkur, 2 kømur, wc/brúsa, gongd
Miðhædd: Stova, køkur, 2 kømur, wc/bað, gongd
Loft: Stova/køkur, 2 kømur, wc/bað
Byggiár: 1976
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
 

Sethúsasølan Prísur:  225.000,00
 
Sethús á Tvøroyri
Sethús á Tvøroyri
Matr.nr. 265, Tvøroyri Grundøki 230 m2.
Húsini eru í 3 hæddum á 43 m2. Í stovuhæddini er gong, køkur, stova. Á loftshæddini er gong við skápum, 2 kømur og baðirúm. Kjallarin er óinnrættaður. Húsini eru eini eldri hús, ið liggja á Hvítanesi, gjørd av timbur, klødd og takt við zinki. Húsini hava gott útsýni, men krevja ábøtur. Lægsti prísur kr. 225.000,- + tinglýsing og kostn.

 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús á Sandi til sølu
Sethús á Sandi til sølu
Mál 376
Adr.: 210 Sandur
Stødd á húsum: 50,2 m² (útv. mát) x 2 + loft
Loft: 2 kømur, kontór, wc/bað
Miðhædd: Gongd, køkur/stova
Kjallari: Kamar, gongd kjallari (stoypt)
Stødd á grundøki: 975 m²
Byggiár: Uml. 1945 -umvæld í 1991
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sambart avtalu
Talan er um eini eldri, hugnalig sethús. Húsið varð umvælt í 1991 og er sostatt í góðum standi. Tað stendur frítt og væl fyri í barnavinarligum umhvørvi. Útsýnið er avbera gott.

 

Húsamekling Prísur:  185.000,00
 
Grundøki í Kvívík til sølu
Grundøki í Kvívík til sølu.
Mál: 584
Matr. nr.: 191c
Adr: Norðuri á Heygnum
Ùtsýnið: Gott
Stødd á økinum: Uml. 462 m²
Kostnaður kr. 185.000,-
Talan er um eitt grundøki í tí nýggju útstykkingini. Útsýnið er gott og umhvørvið barnavinarligt. Grundøkið er byggiklárt.

Grundøkið kann síggjast uttan avtalu við okkum. Um tygum ynskja at geva boð ella tosa nærri við okkum, eru tygum vælkomin inn á gólvið ella ringja á tlf. 319321.
 

Heygum & Petersen Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús á Tvøroyri til sølu
Sethús á Tvøroyri verða hervið lýst til sølu.
Húsini standa stak væl fyri við góðum útsýni miðskeiðis í bygdini.
Grundøkið er til víddar 1463 kvm. Húsini eru bygd uml. 1949 og eru til støddar 80 kvm. í trimum hæddum. Á ognini eru hjallur og stórt høsnarhús. Í miðhæddini er gongd, køkur, 2 stovur og skrivstova.
Á loftinum er gongd, 1 soviverilsi og 4 kømur, umframt WC og bað.
Kjallarin er óinrættaður. Kjallarin hevur fulla hædd og stoypt gólv. Húsini vóru klødd við plastik og isolerað í 1990.

Heygum & Petersen advokatar
Bøgøta 16
110 Tórshavn
 

Heygum&Petersen Prísur:  Hóskandi boð
 
Stór sethús í Klaksvík
Stór sethús í góðum standi í Klaksvík verða hervið lýst til sølu. Húsini standa høgliga fyri við Kráargøtu, miðskeiðis í Klaksvík. Grundøkið er til víddar 514 kvm. Húsini eru bygd í 1952 og eru úr betong.
Tey eru til støddar ca. 225 kvm. í 2 hæddum. Húsini hava urtagarð uttanum.
Húsini eru innrættað soleiðis: Stovuhædd: Hjallur, gongd, køkur, 1 stór stova og 1 minni stova, 2 stór og 2 minni sovukømur, 2 toilett + bað.
Í kjallarahædd: Garaga, fýrrúm, vaskirúm, wc, umframt stórt kjallararúm. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.

Heygum & Petersen advokatar
Bøgøta 16
110 Tórshavn

Tlf. 351710
 

Sethúsasølan Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Hvalba til sølu
Sethús í Hvalbaa
Matr.nr. 191a, Hvalba Grundøki 400 m2.
Húsini eru bygd fyrst í 1900 talinum, eru uml. 85 m2 3. hædum. Stovuhæddin: gong, baðiverðilsi, køkur, stova og trappa uppá loft.Loftshæddin: 1 kamar og úti á loftinum stór sjónvarpstova. Kjallarin: er óinnrættaður. Til húsini hoyrur hjallur. Húsini eru umvæld av nýggjum í gomlum stíli, vøkur sprossavindeygur, klædningur og tak alt skift. Innan er eisini alt nýtt, nýggjur køkur og nýtt baðiverilsi, sera hugnalig hús sum liggja mitt í bygdini við góðum útsýni. Húsini verða seld við innbúgvi!
Verða seld, um nøktandi boð verður givið!

 

Húsamekling Prísur:  1.150.000,00
 
Tvíhús í Hósvík til sølu
Tvíhús í Hósvík til sølu
Mál 372
Adr.: 420 Hósvík
Stødd á húsum: 67,9 m² í tveimum hæddum + loft
Loft: Hjúnarrúm, 2 kømur, wc/brúsa/bað og gongd v/trappu
Miðhædd: Køkur- stova, wc/brúsa, gongd v/trappu
Kjallari: Opin kjallari
Stødd á grundøki: Uml. 550 m²
Byggiár: 2005
Kostnaður: Kr. 1.150.000,-
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Húsini eru í gerð og standa væntandi liðug í okt./ nov. 2005. Húsini eru í trimum hæddum og standa frítt og væl fyri í barnavinarligum umhvørvi.

 

Húsamekling Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Fuglafirði til sølu
Sethús í Fuglafirði til sølu
Mál 370
Adr.: Tróndarbrekka 8, 530 Fuglafjørður
Stødd á húsum: 45 m² + loft v/trimpli og kjallara
Loft: Hjúnarrúm, 2 kømur, wc/bað, gongd
Miðhædd: Køkur/spísistova, stova, gongd
Kjallari: Opin kjallari
Stødd á grundøki: 580 m²
Byggiár: 1933. Umvæld í 2000 og 2003
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Eini vælhildin eldri sethús í tveimum hæddum + kjallara til sølu. Húsið er í stóran mun høvuðsumvælt bæði uttan og innan. Umhvørvið er friðarligt og útsýnið er sera gott.

 

Sethúsasølan Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Vági til sølu
Sethús í Vági
Matr.nr. 495a, Vágur Grundøki 443 m2.
Sethús í 3. hæddum, hvør hæddin umleið 102 m2 Stovuhædd: trappa/ gong, køkur,hjallur, spísistova, stova, kamar,hjúnarrúm og baðirúm. Garsja føst í húsinum. Loftshæddin:stór loftsstova og 4 kømur. Kjallarahæddin: fýrrúm, vaskikjallari, kamar, wc og stórt kjallararúm. Húsini eru í góðum standi, út- og umbygd í 1985 og alt gjørt av nýggjum, klædningur, vindeygur og alt innandura, seinni er nógv tilfar keypt sum liggur klárt at seta upp, millum annað nýtt tak. Girðing er kring húsini við havagarði á sólsíðuni. Gott útsýni frá loftsstovuni út á fjørðin.
Verða seld, um nøktandi boð verður givið!

 

Húsamekling Prísur:  hóskandi boð
 
Stór sethús í Hoyvík til sølu
Stór sethús í Hoyvík til sølu
Mál 369
Adr.: Hvítanesvegur 11, 188 Hoyvík
Stødd á húsum: 172 m² + loft 50 m² + bilhús
Loft: Hjúnarrúm, og stova
Miðhædd: Køkur/spísistova, stova, sjónvarpsstova, 3 kømur, wc/bað, wc/brúsa fýrrúm, hjallur
Kjallari: Kjallari (lutvís)
Stødd á grundøki: 1060 m²
Byggiár: 1966
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Húsið er í góðum standi við stórum hava og við trøðum og áarløki á náttúrgrund. Ùtsýnið er sera gott yvir Hoydalar og Nólsoyarfjørð. Góðir parkeringsmøguleikar og gott bussamband. Til ognina hoyrir opið bilhús.




 

Húsamekling Prísur:  hóskandi boð
 
Sethús í Klaksvík til sølu
Sethús í Klaksvík til sølu
Mál 371
Adr.: Stangavegur 49, 700 Klaksvík
Stødd á húsum: Uml. 84 m² x 2
Loft: Ovasta loft
Miðhædd: Køkur, 2 stovur, wc, 2 kømur og gongd
Kjallari: Tekøkur, 2 kømur, wc/bað/brúsa, gongd vaskikjallari, hjallur
Stødd á grundøki: 619 m²
Byggiár: 1953
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Talan er um eini stór hús, sum eru bygd í 1953. Útveggirnir eru úr betong, og stórur partur av kjallaranum er innrættaður. Útsýnið er sera gott.

 

Húsamekling Prísur:  990.000,00
 
Tvíhús í gerð á Norðskála til sølu
Tvíhús í gerð í Norðskála til sølu
Mál 374
Adr.: 460 Norðskáli
Stødd á húsum: 90,5 m² x 2
Loft: ---
Miðhædd: Stova, køkur, 2 kømur, wc/bað, gongd, hjallur
Kjallari: Óinnrættaður
Stødd á grundøki: 373 m²
Byggiár: 2005
Kostnaður: Kr. 990.000,-
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Húsini eru í tveimum hæddum, og ætlanin er at tey standa liðug um ársskiftið 2005/2006. Tá eru tey lyklaklár, tó uttan máling og tapet. Húsini standa í tí nýggju útstykkingini, í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, tætt við barnagarð og skúla. Bussambandið er gott.

 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Gistingar- og samkomuhús á Oyri til sølu
Gistingar- og samkomu hús til sølu
Mál 364
Adr.: Oyri
Stødd á húsum: 107 m² x 2 + 85 m²
Loft: Køkur, uppihaldsstova, gongd, w.c. við vaskirúmi og kantina til 50 persónar uml. 45 m². ( íalt 107 m²)
Miðhædd: 2 dupultkømur, 4 einkultkømur, 2 brúsur/wc, gongd, trappurúm
Kjallari: 4 kømur (einkult), 2 brúsur við w.c., 1 kontór, gongd, trappurúm og fýrrúm. ( íalt 85 m²)
Stødd á grundøki: --- m²
Byggiár: 1952 (umbygt 1985)
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Sum skjótast
Húsið er í sera góðum standi og tekur seg væl út í vøkru náttúruni norðuri í Sundalagnum. Umhvørvið er friðarligt og sólargangurin góður. Útsýnið er fram úr gott. Bygningurin kann nýtast til hotel og matgerð, umframt til skeið- og fundarvirksemi. Alt innbúgvið fylgir við.




 

Sethúsasølan Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús á Frúutrøð 16, Tórshavn til sølu
Tórshavn sethús til sølu
Matr.nr. 645u, Frúutrøð 16, Grundøki 491 m2.
Húsini eru í tveimum hæddum, hvør hæddin 116 m2 .
Stovuhædd: durur,gong,køkur,hjallur, stór stova, hjúnarrúm, 2 kømur, wc og baðiverðilsi. Kjallarahæddin: 2 kømur, vaskirúm goymslurúm,wc + ein partur av kjallarinum sum hevur verið nýtt til vinnuligt endamál (djóralæknatænasta), er innrættaður við trimum rúmum við egnari inngongd. Húsini bygd í 1965, stoypt grund og klødd við træ. Talan eru um eini stór hús við nógvum møguleikum, liggja sera væl fyri, friðaligt, miðskeiðis í býnum, hava gott útsýni og góðan garð við runnum, liggja lýtt og gott ímun til sólina.
Verða seld, um nøktandi boð verður givið!



 

Sethúsasølan Prísur:  Hóskandi boð
 
Jørð á Argjum til sølu
Jørð til sølu
Matr.nr. 4cl, m24bs og 4cm Á Argjum Grundøki umleið 5140 m2.
Millum Reynstún og dagstovnin. Matr.nr.4cl,2506 m24bs, 1340 m2 og 4cm,1294 m2. Jarðarstykkið liggur sera væl fyri við góðun útsýni yvir Havnina, og út á fjørðin. Liggur innanfyri sethúsaøkið og A3-økið, til blandaða bústaða-og miðstaðarbygging hjá Havnar kommunu.
Verður selt, um nøktandi boð verður givið!


 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús á Glyvrum
Sethús á Glyvrum til sølu
Mál 361
Adr.: Undir Gørðum 2, 625 Glyvrar
Stødd á húsum: 10 m x 6,30 m + loft + kjallara
Loft: 2 kømur og gong v/trappu
Miðhædd: Gongd, køkur/stovur, hjúnarúm, pulturkamar og bað/wc
Kjallari: Óinnrættaður (stoypt gólv)
Stødd á grundøki: 1024 m²
Byggiár: Uml. 1910
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Talan er um eini eldri sethús, sum standa væl fyri undir Gørðum á Glyvrum. Útsýnið er avbera gott yvir allan Skálafjørð og hartil er umhvørvið barnavinarligt og friðarligt. Eisini er stutt er til handil.




 

Húsamekling Prísur:  800.000,00
 
Grundøki í Skotarók, Tórshavn til sølu
Grundøki Tórshavn til sølu.
-------------------------------
Grundøkið liggur við Marknagilsvegin og hevur gott útsýni yvir býin. Umhvørvið er friðarligt.
Mál: 576
Matr. nr.: 1234 d
Adr: Skotarók, 100 Tórshavn
Stødd á økinum: 519 m²
Kostnaður Kr. 800.000,- ella hægsta boð yvir
Grundøkið kann síggjast uttan avtalu við okkum. Um tygum ynskja at geva boð ella tosa nærri við okkum, eru tygum vælkomin inn á gólvið ella ringja á tlf. 319321
 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Grundøki í Søldarfirði til sølu
Grundøki Søldarfirði til sølu
-------------------------------
Grundøkið hevur sera gott útsýnið út á Skálafjørð. Umhvørvið er frítt og barnavinarligt. Atkomuviðurskiftini eru frá ovara bygdarvegi og liggur grundøkið í ovaru vegsíðu.
Mál: 577
Matr. nr.: 55 h
Adr: 660 Søldarfjørður
Stødd á økinum: 711 m²
Kostnaður Hóskandi boð ynskist
 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Grundøki á Eiði til sølu
Grundøki á Eiði til sølu.
Grundøkið liggur í barnavinarligum umhvørvi og hevur sera gott útsýni bæði eystur- og suðuryvir. Tað er byggibúgvi og liðugt planerað.
Mál: 575
Matr. nr.: 489
Adr: 470 Eiði
Stødd á økinum: 596 m²
Kostnaður Hóskandi boð ynskist
 

Sethúsasølan Prísur:  100.000,00
 
Summarhús í Lopra
Summarhús í Lopra
Matr.nr. 131d, Lopra Grundøki 519 m2
Húsini eru uml. 32 m2 í einari hædd, stoypta grund og klødd við timbur,
takið er alminium. Skila av soleiðis: gong,baðirúm, eitt størri rúm,
hvar stova og køkur er í einum og ein hálvur veggur sum skilur sovirúmið frá.
Húsið er í góðum standi.
Lægsti kostnaður kr. 100.000,00 +tinglýsing og kostnaður

 

INNI Prísur:  1000000
 
Sethús á Heimarafløtti, Strendur til sølu
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búøki 187 fermetrar, alt innrættað. Grundøkið er uml. 1000 fermetrar. Á loftinum eru 3 kømur, baðirúm og útloft. Í miðhæddini eru køkur, stova, baðirúm og gongd. Í kjallarahæddini eru kamar, alrúm, baðirúm og fýr-/vaskirúm. Terassa við brotflísum omanfyri húsini og stórur hjallur uml. 15 fermetrar. Garður við girðing uttanum húsini. Húsini eru høvuðsumvæld í 1986. Húsini standa í barnavinarligum, friðarligum og veðurgóðum umhvørvi og hava sera gott útsýni. Byggiár: uppr. 1946.
 
  Síðsta boð:  7750000
 

INNI Prísur:  1800000
 
Sethús á Djúpagilsvegi 40, Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum, hvør 125 fermetrar, umframt ovastaloft sum kann innrættast. Grundøkið er 600 fermetrar. Í erva eru køkur, stór stova, 4 kømur, baðirúm, gongd og altan. Í neðra eru gongd, durur, kjallararúm, hjallur, baðirúm, fýr-/vaskirúm og bilhús. Garður við girðing frammanfyri húsini. Húsini standa í barnavinarligum, friðarligum og veðurgóðum umhvørvi. Góður sólargangur og parkeringsviðurskifti. Byggiár: 1982.
 
  Síðsta boð:  1500000
 

Sethúsasølan Prísur:  Hóskandi boð
 
Jørð í Skopun
Jørð í Skopun
Matr.nr. 526a, Skopun Jørð, 5.618 m2.
Talan er um fimm jarðarstykkir, samlað uml. 5.618 m2 til víddar.
Stykkini liggja soleiðis:
2 stykkir í Dalinum
2 stykkir á Selatrað
1 stykki á Sorngjógv
Jarðarstykkini verða seld um nøktandi boð verður givið



 

Húsamekling Prísur:  75.000,00
 
Jørð á Skála til sølu
544
Skála
---
1000m²
Kr. 75.000,- ella hægsta boð yvir
 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús í Saltangará, Heiðavegur 72
Hús í Saltangará til sølu
Mál 345
Adr.: Heiðavegur 72, 600 Saltangará
Stødd á húsum: 79 m² + loft 66 m²
Loft: Fundarhøli, 2 skrivstovuhøli, wc, gongd
Miðhædd: 3 skrivstovuhøli, wc, gongd, durur, fýrrúm
Kjallari: Krúpikjallari
Stødd á grundøki: 442 m²
Byggiár: Uml. 1950. Høvuðsumvæld í 1991
Kostnaður: Hóskandi boð ynskist
Yvirtøkudagur: Eftir avtalu
Høvuðsumvæld hús við Heiðavegin til sølu. Húsið verður nýtt sum skrivstovubygningur við netinnstallasjón og er sera væl egnað til slíkt endamál. Kann eisini nýtast sum sethús. Nøkur parkerings- pláss hoyra til húsið.




 

Sethúsasølan Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús í Sørvági
Sethús í Sørvági
Matr. nr. 119s, Sørvágur grundøkið íalt 770 m2.
Húsini eru betong/timburhús frá miðskeiðis í 80-árunum. Bygd í tveimum forskotnum hæddum, Íalt uml.147m2 Á 1. hæddini er: gong, køkur, grovkøkur, hjallur, stova og WC. Á 2. hæddini er: hjúnarúm, 2 kømur og baðirúm. Til húsini er 9 m2 úthús til goymslu. Húsini hava fingið nýtt tak fyri sjey árum síðani og stovan er umvæld av nýggjum. Húsini verða seld um nøktandi boð verður givið!

 

Sethúsasølan Prísur:  Hóskandi boð
 
Sethús í Miðvági
Sethús í Miðvági
matr. nr. 220g, Miðvágur Grundøki 733 m2.

Húsini eru timburhús í 2 hæddum, íalt umleið 140 m2. Á stovuhæddini er gong, køkur, stova , grovkøkur/fýrrúm, baðirúm v/kari og goymslu/klædnarúm. Á loftshæddini er sjónvarpsstova við atgongd til altan, hjúnarúm v/klædnarúmi, 2 kømur og baðirúm v/brúsu. Húsini eru norsk sniðhús (SYSTEMHUS), eru spildurnýggj, hava dustsúgvara- og luftútskiftingarskipan og eru annnars útviklaði í samráð við Astma- og Alergifelagið í Noreg. Verður selt ,um nøktandi boð verður givið!

 

Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Grundøki í Sørvági til sølu
Grundøki í Sørvági til sølu

Um hóskandi boð fæst, er grundøki ovaliga í bygdini til sølu.
Mál: 558
Adr: 380 Sørvágur
Stødd á økinum: 785m²
Kostnaður Hóskandi boð ynskist
Grundøkið kann síggjast uttan avtalu við okkum. Um tygum ynskja at geva boð ella tosa nærri við okkum,
eru tygum vælkomin inn á gólvið ella ringja á tlf. 319321.
 

Húsamekling Prísur:  60.000 ella Hægsta boðgsta boð
 
Grundøki í Trongisvági
Mál: 571
Matr. Nr.: 145 q og 145 r
Adr: Trongisvágur, Húsgarð
Stødd á økinum: 805 m² + 109 m²
Kostnaður Kr. 60.000,- ella hægsta boð yvir
 

Sethúsasølan Prísur:  Minsta boð 150.000
 
Grundøki
matr. nr. 56t, stórt 579 m2.
Byggibúgvið og byggiklárt:
Stykkið er útgrivið, planerað, liggur tætt við barnagarð, skúla og fótbóltsvøll.
Minsta boð kr. 150.000,-!
 

P/F Sethúsasølan Prísur:  Lægsta boð kr. 400.000,00 + tinglýsing og kostnað
 
Sethús í Lopra
matr.nr. 240, grundøki 518 m/2.
Húsini, ið eru bygd í 1972 úr timbri við stoyptari grund, eru í tveimum hæddum, hvør umleið 120 m/2.
Í stovuhæddini er durur, gong, WC/vask, trappurúm, baðirúm, stova, køkur, hjúnarúm og 3 kømur.
Í kjallarahæddini eru 3 rúm og hjallur.
Húsinum tørvar ábøtur!
Lægsti prísur: kr. 400.000,--
+ tinglýsing og kostnað

 

Húsamekling Prísur:  kr. 690.000,00 ella hægsta boð yvir
 
Grundøkið í Vesturbýðnum, Byggibúgvið
Mál: 570
Matr. Nr.: 896 h
Adr: Suðuroyarvegur, 100 Tórshavn
Stødd á økinum: 598 m²
Kostnaður Kr. 690.000,- ella hægsta boð yvir

Grundøkið kann síggjast uttan avtalu við okkum. Um tygum ynskja at geva boð ella tosa nærri við okkum, eru tygum vælkomin inn á gólvið ella ringja á tlf. 319321.



 

Húsamekling Sp/f Prísur:  kr. 60.000,00 ella hægsta boð yvir
 
Grundøkið í Øravíkarlíð til sølu
Grundøkið er byggibúgvi og liggur væl fyri í Øravíkarlíð.
Mál: 568
Matr. Nr.: 141 f
Adr: Øravíkarlíð, 826 Trongisvágur
Stødd á økinum: 608 m²
Kostnaður Kr. 60.000,- ella hægsta boð yvir
Grundøkið kann síggjast uttan avtalu við okkum. Um tygum ynskja at geva boð ella tosa nærri við okkum, eru tygum vælkomin inn á gólvið ella ringja á tlf. 319321.
 

INNI Prísur:  600.000,00
 
Sethús í Nólsoy til sølu
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búøkið umleið 120 fermetrar, alt innrættað. Grundøkið er 265 fermetrar. Á loftinum eru 4 kømur og gongd. Í miðhæddini eru køkur, kamar, stova, baðirúm, wc og gongd. Í kjallarahæddini eru vaski-/fýrrúm og 2 goymslurúm. Húsini eru høvuðsumvæld við nýggjari klæðing, taki, vindeygum og hurðum. Húsini standa væl fyri og hava gott útsýni.
 
  Síðsta boð:  400.000,00
 

Sp/f Sethúsasølan Prísur:  125.000
 
Trøð í Skopun
Matr. nr. 645, stór ca. 8.750 m2.
Trøðin liggur í Sjúrðarmýru við ástandandi hoyggjhúsgrund.Trøðin er í tveimun.
Lægsti prísur: kr. 125.000
 

Sp/f Húsamekling Prísur:  110.000
 
Grundøki á Glyvrum
Mál 554
Leitisvegur Glyvrar
---
503m²
Kr. 110.000,- ella hægsta boð yvir

Øki liggur sera væl fyri við Leitisveg, hevur gott útsýnið ið ikki verður skert av aðrari bygging.

 

Sp/f Húsamekling Prísur:  Hóskandi boð
 
Jørð á Skála
Mál 545
Rasmussargerði, Skála
-
878m² og 602m²
Hóskandi boð ynskist
 

Sp/f Húsamekling Prísur:  75.000
 
Jørð á Skála
Mál 544
Skála
-
1000m²
Kr. 75.000,- ella hægsta boð yvir
 

Sp/f Húsamekling Prísur:  150.000
 
Jørð á Tvøroyri
Jørð á Tvøroyri
------------------------------------------------
Ognarstykki á Sevmýri til sølu. Kann seljast samla ella hvørt sær.
Mál: 538
Adr: Tvøroyri
Stødd á økinum: 2972m²
Kostnaður Kr. 150.000,- ella hægsta boð yvir
Stykkið kann síggjast uttan avtalu við okkum. Um tygum ynskja at geva boð ella tosa nærri við okkum,
eru tygum vælkomin inn á gólvið.
 

Sp/f Húsamekling Prísur:  100.000
 
Traðarøki á Signabø
Mál: 116
Traðarøki
416 Signabøur
Sera gott
1.000 m²
Kr. 100.000,- ella hægsta boð yvir
 

Sp/f Húsamekling Prísur:  60.000
 
Jørð í Haldórsvík
Mál: 109
Jørð
440 Haldarsvík
2 gyllin + innangarðs
Kr. 60.000,- ella hægsta boð yvir
 

Sp/f Húsamekling Prísur:  70.000
 
Jørð í Hvalvík
Mál: 531
430 Hvalvík
Gott
763 m² (við ástandandi smáttu)
Kr. 70.000,- ella hægsta boð yvir
 

Sp/f Sethúsasølan Prísur:  Nøktandi boð
 
Jørð í Hovi
Jørð í Hovi

matr.nr. 58 a:
4 gyllin uttangarðs í Ytstahaga og 6.353 m2 innangarðs.
¼ av matr. nr. 14 a, sum er uttangarðs íalt:
5 gyllin í Hjallaskorahaga
3 gyllin í Dalshaga
4 gyllin í Ytstahaga

innangarðs íalt:
3.221 m2 s.f. veg og 32.121 m2 í trøðni (Ytstahaga).

Verður selt , um nøktandi boð verður givið!

 

Sp/f Sethúsasølan Prísur:  350.000
 
Sethús á Tvøroyri
matr. nr. 282, grundøki 161 m2.
Husini eru í 3 hæddum:
Í stovuhæddini, sum er umleið 75 m2, er gong, køkur, stova og goymslu/fýrrúm.
Á loftshæddini, sum er umleið 60 m2, er gong, hjúnarúm, 3 kømur og baðirúm
Kjallarin er ikki fult útgrivin.
Húsini liggja mitt í býnum við góðum útsýni.
Lægsti prísur kr. 350.000,-
+ tinglýsing og kostn.

 

Sethúsasølan Prísur:  hóskandi boð
 
Smoltstøð í Fámjin til sølu
Fámjin:Smøltstøð til sølu
Matr.nr. 74-75, Fámjin Grundøki matr. 74 á 1.614 &
matr.75 á 44m2.
Ein uml. 800 m2 høll úrbetongelementum takt við tjørupapp og við innskotnum timburdekki.
Í Stovuhæddini er alihøll,fýrrúm v.m. á aðru hædd er alihøll, klekirúm,matstova og skrivstova.
Á økinum er eisini betonghøll í gerð, uml.800 m2 í einari hædd.
Afturat nevndu høllum er eisini eitt neystagrundøkið
matr.75 á 44 m2 og eitt neyst uml.44 m2 sum er bygt á matr.74
Aliútgerð: 6 stk.ø8m x 3m glasfipurkør, nýggjur 227kw generator
ø3 m kør, startfóðringskør, klekirennur,talvur og el-innleggingar,vatnleiðingar,iltblandarar og onnur leys útgerð.
Verður selt samlað ella hvør sær um nøktandi boð verður givið.